Farpack Pf varð stovnað í 1994 við tí endamáli at útvega pakkitilfar og tað ið har tilhoyrir til fiskivinnuna. Síðan tá er vøruskráin økt soleiðis at vit í dag hava vinnuna sum heild sum kunda, og vit hava eisini sølu í útlandinum.
Menningin heldur áfram, og vøruskráin økist alsamt. Hetta hevur ført við sær at Farpack hevur Føroya størsta úrval av pakkitilfari, pakkiútgerð og pakkiamboðum til alla vinnuna á sjógvi sum á landi.
Vit útvega eisini m.a. reingerðisevni, íblandingarevni, trygdarútgerð, arbeiðsklæðir, eyðkennisklæðir, ymisk tól og ráðgeving í tilevning av pakkitilfari v.m.








Útvegarar hjá Farpack eru allir valdir eftir serstøkum eyðkennum. Okkara útvegarar skulu so vítt møguligt hava umhvørvisgóðkendar vørur. Tað er alneyðugt at vøran er av besta slag og livir upp til ásettu fyrimyndina. Vit stilla stór krøv til útvegarar, at teir skulu levera til ásettu tíð.
Vit hava gjøgnum tey seinastu árini fingið eitt sera virkið samstarv við okkara útvegarar, sum eru sera góðir til at finna røttu loysnina til okkum og harvið kemur okkara kundum tilgóðar.
Farpack hevur fingið
ISO 9001:2000 góðkenningina frá Det Norske Veritas. Góðkenningin ber í sær at Farpack hevur fingið staðfest at fyritøkan lýkur altjóða krøv innan innkeyp, marknaðarføring, sølu og flutning av pakkitilfari og øðrum vørum til fiskivinnuna og annan ídnað.